Gilli og Brann taptu móti RBK

Endaliga støðan í stórsteypadystinum gjørdist 2-0 til Rosenborg. Gilli Sørensen spældi 83 minuttir av dystinum, tá var støðan 1-0. Ì eini roynd at fáa útjavnandi málið, tók venjarin hjá Brann Gilla Sørensen út og setti stóra og sterka Azer Karadas inn í álopið.

 

Tað mundi eisini eydnast. Fyrrverandi norski landsliðsspælarin stríddi seg til onkrar góðar støður, men tað bleiv ongantíð heilt vandamikið.

 

Í yvirtíðini skoraði so Tore Reginiussen til 2-0 eftir eitt skjótálop.

 

Brann byrjaði dystin væl. Daniel Braaten, sum áður var á norska landsliðnum, var lívligur á øðrum vonginum og fleiri ferðir megnaðu hann og liðfelagarnir at stríða seg til hornaspørk ella innkast frammaliga á vøllinum. Gilli Rólantsson royndi seg fleiri ferðir við sínum longu innkøstum, men tíverri fyri hann spurdist lítið burtur úr.

 

Tá smáir 20 minuttir vóru farnir av dystinum eydnaðist tað Bismar Acosta at fáa bóltin inn í Rosenborg-málið, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Frásøgumaðurin hjá Bergensavisen, sum varpaði dystin út beinleiðis, metti at tað var ein røtt avgerð.

 

Tá ein hálvur tími var farin av dystinum, legði RBK seg á odda. Fredrik Midtsjø spældi bóltinum við hælinum aftur til Milan Jevtovic, sum sneiddi seg fram við einum spælara og smekkaði bóltin í handara horn.

 

Tá góður tími var farin, slapp stóra stjørnan í norskum fótbólti, Nicklas Bendtner, á vøllin. Samstundis gjørdi Brann tríggjar útskiftingar, sum millum annað førdu við sær, at Gilli Rólantsson varð fluttur úr verjuni frá á miðvøllin. 

 

Um tað var júst tann broytingin, sum gjørdi munin skal ikki verða sagt, men eftir hetta kom meiri ferð á Brann. Frásøgumaðurin í Bergen nevndi heldur avrikið hjá Amin Nouri, sum tók plássið hjá Gilla Rólantsson á høgra bakki.

 

Hvussu var og ikki - liðið mátti fram á vøllin at skora, um vón skuldi vera um at vinna steypið og seinastu 20 minuttirnar var tað eisini Brann, sum átti málmøguleikarnar. 

 

Tá sjey minuttir vóru eftir, varð føroyski landsliðsspælarin tikin av vøllinum í eini seinastu roynd hjá venjaranum at lata verjuna hjá Rosenborg upp, men tað eydnaðist ikki.

 

Frásøgumaðurin metti, at alt í alt var hetta ein fult uppiborin sigur hjá Rosenborg, og at hóast Brann fylgdi væl við í løtum, so hevði hann ein illgruna um, at Rosenborg kanska hevði bæði eitt og tvey gir afturat í sínum spæli.

 

Um vikuskiftið byrjar norska landskappingin. Brann skal sunnudagin norður til Tromsø at spæla móti Tromø IL á útivølli. Molde byrjar ballið leygardagin, tá teir spæla lokaluppgerð á norsku vesturstrondini móti Kristiansund BK. Sonni Ragnar Nattestad er framvegis skaddur og verður tí ikki við í dystinum.