Gilli mundi verið hetjan

Men í evstu løtu eydnaðist tað Rosenborg at skora sigursmálið í dystinum

 

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur verið millum bestu leikararnir í norskum fótbólti hetta kappingarárið, gjørdi í kvøld enn einaferð um seg.

 

Gilli Rólantsson Sørensen og liðfelagarnir úr Brann spældu í kvøld truplasta dystin í kappingini, tá teir á útivølli møttu norsku meistarunum, Rosenborg, sum millum annað hava fyrrverandi Arsenal áleyparan, Nicklas Bendtner á liðnum.

 

Tað var um reppið at Brann fekk vunnið sær eitt kærkomið stig heim við til Bergen úr Tróndheimi, har Gilli Rólantsson Sørensen, eisini mundi verið hetjan fyri Brann. Gilli Rólantsson Sørensen javnaði nevniliga til 1-1, tá 10 minuttir restaðu av dystinum, eftir hann smekkaði eitt langskot inn úr vinstru síðu.

 

Men tíverri fyri Gilla og liðfelagarnar, eydnaðist tað Rosenborg at skora í yvirtíðini, soleiðis at dysturin endaði við 2-1 sigri til Rosenborg.

 

Hóast tepra ósigurin, kunnu føroysk fótbóltsáhugaði framvegis gleðast yvir góðu gongdina hjá Gilla Rólantsson Sørensen í norskum fótbólti.