Norska fótbóltsárið byrjar í kvøld, tá Brann spælir stórsteypadyst móti Rosenborg. Rosenborg vann bæði landskappingina og steypakappingina í fjør og tí er stórsteypadysturin millum nummar eitt og tvey í landskappingini.
Gilli Rólantsson byrjar í dag í verjuni hjá Brann. Væntað varð, at hann mátti taka til takkar við einum plássi á beinkinum, men við tað, at Brann hevur fingið nógvar skaðatrupulleikar í verjuni, hevur hann fingið kjansin kortini.
Millum spælararnar, sum hann skal royna at halda í teymunum í kvøld, er danin og fyrrverandi Arsenalleikarin Niklas Bendtner. Rosenborg hevur allarhelst gjørt størsta keypið í norskum fótbólti í ár, tá teir lokkaðu danan at skifta Ongland og Nottingham Forest út við Noreg og Rosenborg. So fáa vit at síggja, um Gilli Rólantsson og hinir í reyðu Brann-draktini, megna at halda donsku stjørnuni frá málmeskunum. Niklas Bendtner byrjar tó á bonkinum, so tað er ikki víst, at teir vera á vøllinum í senn báðir.
Dysturin í kvøld verður spældur í Bergen. Í fjør endaði dysturin millum tey bæði í Bergen við javnleiki 1-1. Í Bergen eru vónirnar hampiligar. Skaðarnir í verjuni dempa vónirnar, men hinvegin hevur Brann vunnið tríggjar av seinastu fimm heimadystunum móti Rosenborg.
Stórsteypadysturin byrjar nú klokkan 18 føroyska tíð.
Hetta eru uppstillingarnar í kvøld:
Brann:
Piotr Leciejewski - Gilli Rólantsson, Jonas Grønner, Bismar Acosta, Ruben Kristiansen - Fredrik Haugen, Sivert Heltne Nilsen, Kristoffer Barmen - Deyver Vega, Jakob Orlov, Daniel Braaten.
Útskiftarar: Alex Horwath, Kasper Skaanes, Steffen Lie Skålevik, Azar Karadas, Halldor Stenevik, Torgeir Børven, Amin Nouri.
Rosenborg
André Hansen - Vegar Hedenstad, Johan Lærde Bjørdal , Jacob Rasmussen, Alex Gersbach - Mike Jensen, Anders Konradsen, Fredrik Midtsjø - Elba Rashani, Matthias Vilhjalmsson, Milan Jevtovic.
Útskiftarar: Arild Østbø, Pål André Helland, Nicklas Bendtner, Tore Reginiussen, Jørgen Skjelvik, Marius Lundemo og Mushaga Bakenga.