Gilli ikki við til steypafinaluna

Tað verður uttan Gilla Sørensen, at AaB í kvøld spælir donsku steypafinaluna

AaB vann um vikuskiftið danska meistaraheitið. Dysturin hjá AaB var liðugt spældur, tá FCK við málið móti FC Midtjylland gjørdi, at AaB bleiv danskur meistari.

 

Les eisini: Gilli og AaB danskir meistarar

 

Í kvøld skulu AaB og FCK, sum liggur á triðja plássi í superliguni, spæla donsku steypafinaluna. Kent Nielsen, venjari hjá AaB, hevur úttikið hópin til steypafinaluna. Tað er ikki blivið pláss fyri føroyska Gilla Sørensen í hópinum.

 

Gilli Sørensen, sum skifti til AaB í vetur frá B36, hevur annars fingið spælið í steypakappingini, men hesa ferð var so ikki pláss fyri føroyska U21 landsliðsskiparanum.

 

Steypafinalan verður í Parkini í kvøld.