Eftir nógvar gitingar er nú greitt hvørjum felagið Gilli Sørensen spælir við komandi kappingarár. Hann hevur skrivað sáttmála við B36. Viðhaldsfólkini hjá ártalsfelagnum hava sostatt fingið ein landsliðsleikara í jólagávu.
Tað hava verið nógvar gitingar um hvar Gilli Sørensen mundi fara at enda. Leingi ljóðaði, at HB fór at vinna stríðið um kvika vongin, sum umframt at spæla á U21 landsliðnum, eisini hevur verið í A-landsliðshópinum. Eisini Víkingur og EB/Streymur hava verið inni í myndini saman við barndómsfelagnum, TB.
Gilli er skjótur og hevur gott skot. Hann var ein týðandi partur á liðnum hjá TB, sum í farna kappingarárið megnaði at yvirliva í Effo-deildini. Hann spældi sum ungur í Abberdeen saman við Halli Hansson og Rógva Holm. Hann hevur framvegis fyrsta landsliðsdystin til góðar, men hann hevur verið í hópinum seinastu dystinar.
Í løtum hevur sæð illa út hjá B36, men nú er greitt, at Mikkjal Thomassen verður venjari, Tórður Thomsen og Adeshina Abayomi Lawal, sum er fyrrverandi Superliga framherji, koma til felagið, meðan Lukasz Cieslewicz, Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg, Súni Olsen, Høgni Eysturoy og Símun Joensen halda fram.
Jónas Flindt Rasmussen(Aftur til dk), Odmar Færø(Forfar í Skotlandi), Meinhardt Joensen(KÍ), Atli Danielsen(KÍ), Gunnar Zachariasen(EB/Streymur) og Bárður Olsen(venur við HB) eru ikki við í hópinum komandi kappingarár.
Tað er heimasíðan hjá B36, sum ber tíðindini í dag.
Mynd 1: Gilli í dysti fyri TB móti HB. Mynd 2: Gilli Sørsensen og Sámal Ímundarsson, formaður hjá B36.