Eftir drúgvar samráðingar valdu Gilli Rólantsson og Brann í gjár loksins at leingja um sáttmálan, sum stóð til at ganga út seinni í ár. Nýggi sáttmálin er galdandi fram til 2020.
Les eisini: Gilli hevur gjørt nýggjan sáttmála
Gilli skifti til Brann úr danska AaB í 2016, og síðan tá er tað blivið til 37 dystir fyri Eliteserien-felagið. Ítróttarstjórin í felagnum, Rune Soltvedt, sigur, at Gilli hevur uppiborið hendan nýggja sáttmálan.
- Gilli er nýtiligur og loysir uppgávurnar væl óansæð um tað er á einum av bakkplássunum ella á vonginum. Hann hevur í vetur veruliga víst, at hann vil – og hevur uppiborið – at framhaldandi vera við okkum. Vit vænta, at hann fær eitt gott kappingarár, sigur Rune Soltvedt við heimasíðuna hjá felagnum.
Les eisini: Tí valdi Gilli at leingja
Eitt nú kappingarneytarnir í Eliteserien, Odd, hava víst áhuga í 25 ára gamla Gilla Rólantssyni, men føroyski landsliðsleikarin er glaður fyri, at hann sleppur at verða verandi í Brann, har hann sigur seg og damuna trívast væl.
Hann er eisini spentur til kappingarárið, tí – sum hann sigur – so hevur Brann eitt ógvuliga spennandi lið í ár.
- Vit hava ein ótrúliga spennandi hóp og eitt spennandi kappingarár fyri framman. Vónandi fáa vit útloyst potentialið, sum er til staðar. Hetta er besti hópurin vit hava havt í mínari tíð í felagnum, sigur Gilli við heimasíðuna hjá Brann.