Tá føroyska landsliðið týskvøldið rennur á vøllin á Tórvølli til dystin móti Malta, verður tað uttan Gilla Rólantsson. Hann hevur leikbann, eftir at hann fekk eitt bíligt gult kort, sum Gunnar Nielsen mundi eiga líka nógv í.
- Eg føli við Gilla, tí hann var ikki við seinasta landsliðsumfar, tí hann hevur heilaskjálvta. Nú er hann við aftur, men skal sita uttanfyri, tí hann fær eitt órættvíst gult kort, sum gevur leikbann, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
##med2##
Landsliðsvenjarin var sum heild ónøgdur við avrikið hjá aserbadjanska dómarnum, Aliyar Aghayev. Í einum dysti, sum ikki var serliga hart spældur, kláraði hann at geva sjey gul kort.
- Gilli fær eitt gult kort, sum eg ikki haldi at hann eigur. Nú er tað eina ferð soleiðis, at tú kanst einki siga um dómararnar, so tað lati eg vera við. Vit fáa nøkur løgin gul kort, sum eru fyri tvey tey fyrstu fríspørkini vit gera. Tað undrar meg eitt sindur, sigur Lars Olsen.
##med3##
Størstu avgerðina, sum Aliyar Aghayev skuldi taka, var tá Klæmint A. Olsen bleiv feldur við kós móti málinum. Fleiri hildu, at her var talan um neyðbremsu og hon plagdi at geva reytt kort.
- Tá tú ert síðsti maður, so haldi eg tað er reytt kort. Dómarin sigur at vinstri bakkurin hevði fingið bóltin, men sum eg síggi tað, so er tað klárt reytt kort, sigur Bandur Hendriksson, sum stóð beint við hendingina.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum móti Malta, sum verður tann seinasti hjá Lars Olsen á Tórsvølli.
##ms##