Fyri trimum árum síðani hevði Sosialurin longri samrøðu við táverandi AaB leikaran, Gilla Rólantsson Sørensen, ið ikki hevði fingið sítt gjøgnumbrot í útlendskum fótbólti.
Samrøðan snúði seg um fótbóltskarrieruna hjá Gilla R. Sørensen higartil tá. Um hørðu og læruríku tíðina, tá Gilli R. Sørensen og Hallur Hansson sum 15 ára gamlir skiftu til skotska felagið, Aberdeen – um heimlongsulin sum dró hann aftur til Føroyar, og um hvussu AaB í U21 landsdysti fyri Føroyar, fekk eyga á kvika føroyska leikaran.
Í endanum av samrøðuni lovaði Gilli Rólantsson Sørensen at hann ikki ætlaði sær at geva upp uttanlands, og at hann hevði tað sum skuldi til. Hóast hann tá hevði nógva mótgongd við skaðum og lítlari spælitíð.
Trý ár seinni má staðfestast, at Gilli helt orð. Gilli Rólantsson Sørensen hevur síðani tá av álvara fingið sítt gjøgnumbrot - nú fyri norska felagið Brann, umframt at hann í seinasta landsdystinum móti Andorra, var matchvinnari fyri Føroyar.