Gilli fullan dyst

Gilli Rólantsson Sørensen spældi í kvøld allan dystin, tá AaB tapti 2-0 fyri AGF í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini.

 

Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin á høgra bakki, og var fult væl við í dystinum sum allir hinir. Tá tað er sagt, so var AGF betri enn AaB ein stóran part av dystinum. Serliga teir fremstu hjá AaB stóðu seg illa.

 

Tað endaði við, at AGF skoraði eina ferð í hvørjum hálvleiki. Gilli Rólantsson Sørensen hevði ein risamøguleika at skora eftir horna, men ein AGF spælari fekk høvdið á skotið.

 

AaB skal nú vinna við minst tveimum í returdystinum, um teir ætla sær í steypafinaluna.