Gilli fekk 20 minuttir

Gilli Rólantsson byrjaði á beinkinum í 2-0-sigrinum ímóti Viborg í kvøld.

Hóast Gilli Rólantsson var ímillum teir allarbestu í Superliguni síðsta umfar, so var hann aftur at síggja á beinkinum hjá AaB, sum í kvøld hevði vitjan av Viborg.


Rasmus Jønsson legði AaB á odda í 25. minutti, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Thomas Enevoldsen til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Gilli Rólantsson var fyrsti spælari, sum varð innskiftur hjá AaB. Hann kom á vøllin í staðin fyri Jakob Blåbjerg í 71. minutti.


Við sigrinum í kvøld lyftir AaB seg upp á eitt einsamalt 2. pláss og er bara eitt stig aftanfyri FCK. FCK og FC Midjylland, sum er trý stig aftanfyri AaB, hava tó ein dyst til góðar.