Gilli Sørensen og Hallur Hansson byrjaðu báðir inni, tá AaB í dag spældi ársins fyrsta venjingardyst. AaB vann 2-0 á AC Horsens. Gilli legði AaB á odda 1-0. Hallur Hansson var við í uppspælinum.
- Tað er sjálvandi lekkurt at fáa nakrir minuttir í beinin longu nú, og at spæla saman við Halluri er einki minni enn fantastiskt. Eg spæli altíð væl við honum og tað vístu vit eisini í dag, sigur Gilli við in.fo í dag.
Tað var longu aftaná eitt korter, at Gilli var fyrstur á eitt innlegg, og legði AaB á odda.
- Tað er altíð deiligt at skora mál og tað var tað eisini í dag Tað gongur nógv skjótari fyri seg her. Tað skal eg líka venja meg við, men annars er bara deiligt at koma í gongd við fótbóltin her í Aab, sigur liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum.
Gilli hevur í longri tíð arbeitt fram í móti at blíva yrkisfótbóltsspælari.
- Hetta er nakað eg havi arbeitt ímóti í longri tíð. Nú má eg bara herja á. Vit hava dyst sunnudagin ímóti Vejle og tá koma Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen á vitjan. Tað verður uppaftur betri, at síggja fýra føroyringar á vøllinum tá, sigur Gilli at enda.
Gilli skifti um ársskiftið til AaB frá B36.