##med3##
Landsliðið er í dag komið vegin fram til Moldova, har Føroyar í annaðkvøld klokkan 19.45 skulu spæla HM-undankappingardyst. Moldova er styrkismett sum tað veikasta liðið í bólkinum, men tað merkir ikki at talan verður um nakran lættan dyst. Slett ikki fyri Gilla Rólantsson á høgra bakkinum.
– Teir eru ájavnt við okkum ella kanska eitt sindur betur. Teir hava fleiri fínar spælarar, sum spæla í útlandinum. Moldova hevur eisini ein góðan vinstra bakk, sum kemur nógv fram við og minnur um Andrew Robertson hjá Liverpool og Skotlandi. Moldova er fyrst og fremst tann dystinum, har vit kunnu fáa stig. Tað verður spennandi at fáa okkum ordiliga royndar eftir Nations League, sigur Gilli Rólantsson, sum hevur skift frá Brann til Odd í norskum fótbólti.
– Odd er eitt spennandi felag við nógvum ungum spælarum, ið hevur eitt gott “setup”. Tað er eitt minni felag, enn eg eri vanur við í Bergen, men við einum spennandi projektið. Vit spæla eina 4-3-3 spælskipan, har tað snýr seg nógv um at hava yvirtal á síðunum og koma inn í brotsteigin. Tað verður spennandi og eg gleði meg nógv. Fyri meg snýr tað seg um at fáa spælitíð og álit, eftir tað sum hendi seinasta árið í Brann, sigur Gilli Rólantsson, ið endaði í kuldanum í Brann.
– Eg havi brúkt næstan fimm ár í Bergen, spælt nógv og trivist væl. Tá eg spældi nógv í tíðarskeiðnum 2016 og 2017, tá hevið eg topp-trý statistikk á liðnum. Fyri meg gekk tað væl, men so valdi venjarin at byrja upp á okkurt nýtt og byrjaði at keyp inn fyri nógvar milliónir. Vit skuldu koma langt í Europa League og bjóða av um meistaraheitið, men tað gekk ikki. Venjarin kláraði ikki at handfara nýggju spælararnar. Tað bleiv eitt sindur av kaos, fortelur Gilli Rólantsson og leggur afturat:
##med2##
– Seinast tíðin hevur ikki verið góð og venjarin bleiv enntá stemmaður út av spælarunum. Sum eg havi sagt fyrr, so visti eg havt eg kom til undan farna kappingarári. Tað er ikki nakað eg tími at brúka so nógva tíð at hugsa um. Tað er minni trýst í Odd, felagið er eitt sindur minni enn Brann og býurin er ikki so stórur. Odd spælir eisini góðan fótbólt. Tað er ikki so nógv aftur og fram, men minnir meiri um danska fótbólt, har teir halda upp á bóltin. Odd hevur eisini víst áhuga at fáa meg í tvey ár, og ger at tú følir teg ynsktan. Eg ætlaði mær longur vekk og var í samráðingum við eitt felag í Russlandi og einum frá Grikkalandi, men tað bleiv ikki til nakað vegna koronu, sigur Gilli Rólantsson
FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.
##ms##