Gilli fær í minsta lagi bronsu

Uppflytararnir, Brann Bergen kunnu krýna fótbóltsárið við einum heiðursmerki sunnudagin.

Í felagnum hjá Gilla R. Sørensen kunnu tey verða errin. Brann Bergen er uppflytari, og felagið hevur tryggjað sær í minsta lagi bronsuna, og harvið eisini rættin at kappast í Europa League undankappingini komandi summar.

 

Brann Bergen hevur góð kort á hondini at tryggja sær silvur á seinasta leikdegi, sum verður avgreitt sunnudagin klokkan 17. Brann Bergen tekur ímóti Sarpsborg á Brann leikvøllinum í Bergen, og Odd, sum liggur á triðja plássi spælir torføran útidyst uppi í Norðurnoregi ímóti Tromsø.

 

Brann Bergen og Odd hava bæði 51 stig, men Brann Bergen hevur betri málmun. Málúrtøkan hjá Brann Bergen er pluss 14, meðan málúrtøkan hjá Odd er pluss 11. So um Brann Bergen bara vinnur á Sarpsborg skal ganga ræðuliga illa í hond, um Gilli R. Sørensen ikki fáa eitt silvurheiðursmerkið um hálsin.

 

Støðan í norsku tippuliguni áðrenn seinasta umfarið, sum verður avgreitt sunnudagin : 

 

                   Lið                           Dystir    V        J         T       MV     MT    MM   Stig


1
Rosenborg29206363243966

2
Brann Bergen29156840261451

3
Odd29156843321151

4
Molde29136104841745

5
Haugesund2912984642445

6
Sarpsborg 082912983435-145

7
Strømsgodset29127104339443

8
Viking29127103333043

9
Aalesund29116124249-739

10
Sogndal2981293133-236

11
Vålerenga2998123939035

12
Lillestrøm29710124450-631

13
Tromsø2987143345-1231

14
Bodø/Glimt2986153543-830

15
Stabæk2977153242-1028

16
Start29210172356-3316