Gilli: Fái eg møguleikan – so smekki eg til

Rás2: Gilli Rólantsson Sørensen droymir um at fáa møguleikan

Gilli Rólantsson Sørensen leitar framvegis eftir fyrsta málininum á føroyska landsliðnum. Hann vónar, at tað kemur til HM undankappingardystin móti Portugal í kvøld.

 

Hoyr samrøðu við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað er púra vist, at fái eg møguleikan at skjóta, so smekki eg til, sigur Gilli Ròlantsson Sørensen.

 

Les eisini: Eg haldi fram í OB

 

Hann hevur aftur í ár staðið seg væl í norska Brann, har hann er ein lyklaspælari. Í kvøld fær hann møguleikan sum tann vinstri av trimum har frammi, men helst skal hann eisini arbeiða hart í verjustøðu.

 

Les eisini: Liðið er sett

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45.