Klokkan 17 fer Dagfinn Forná at bríksla fyri fyrstu ferð í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur hevur vitjan av TB. Í fyrsta umfari tapti Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti B36, og í fyrsta umfari tapti TB 7-1 í Klaksvík.
Stóran søgan, síðani flytingarvindeygað læt aftur, hevur verið, at TB hevur keypt Gilla Rólantsson Sørensen, og tað hevur verið roknað við, at hann í dag fór at vera á TB liðnum í Gøtu. Men Gilli Rólantsson Sørensen er ikki á listanum hjá TB. Sum tað skilst so er hann sjúkur í dag.
Sammett við TB liðið, sum tapti 7-1 í Klaksvík, so eru fýra nýggir spælarar á liðnum. Teir eru Musah Armah, sum var skaddur í fyrsta umfari, og Chris Jastrzembski, Markus Thorberg og Simeon Petrov, sum allir eru nýggir í TB.
Sammett við liðið hjá Víkingi, sum tapti 3-0 ímóti B36, eru tríggjar broytingar. Ari Olsen, Bergur Gregersen og Martin Klein Joensen avloysa Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árna Nóa Atlason og Andreas Lava Olsen.
Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði eru heilt góð.