Eurosport hevur kosið málið hjá Gilla Rólantssyni móti Rosenborg til næstvakrasta málið hjá Brann í fyrru helvt av norsku landskappingini. Brann tapti tó dystin í Trondheim 2-1. Higartil í ár hevur Gilli Rólantsson skorað trý mál og havt tríggjar málgevandi avleveringar.
Brann fekk eina góða byrjan upp á norska kappingarárið og lá leingi beint í hølunum á Rosenborg, men seinastu umførini undan steðginum gekk verri. Brann tapti teir báðar seinastu dystirnar, móti Stabæk og Sarpsborg 08, spældi janvt teir báðar undanfarnu, og hevur tí ikki vunnið síðani 5-0 sigurin á Stabæk 19. juni.
Eftir tann dystin lógu teir nummar 2, javnir í stigum við Rosenborg, men nú, fimm dystir seinni, er munurin átta stig.
Sunnudagin fer norska landskappingin í gongd aftur. Tá skal Brann spæla móti einasta liðnum, sum er í einum verri stima av úrslitum. Ålesund hava tapt tríggjar teir seinastu dystirnar, men vóna sjálvandi at venda gongdini á heimavølli sunnukvøldið.










