Gilli: Deiligt at vinna á hasum apukattunum

(Rás2) Gilli R. Sørensen var fegin um málið og sigurin, men hann spardi ikki uppá kritikkin ímóti mótstøðuliðinum

Sigursmálið hjá Gilla R. Sørensen var væl sett inn, og talan var um gott forarbeiðið hjá Fróða Benjaminsen og Sølva Vatnhamar. Sigursmálið merkti tá dysturin var blástur av, at Føroyar nú hava søguliga nógv stig í einari undankapping.

 

Tað var ein glaåur og lættur sigursmálskjútti Tróndur Arge fekk orðið á í beinleiðis samrøðu á Rás2. Gilli R. Sørensen slær fast, at tað hevði ómetaliga stóran týdning fyri hann at fáa hetta málið, og vísa hvør dugur er í honum.

 

Gilli R. Sørensen var í samrøðuni sera atfinningarsamur ímóti mótstøðuliðinum, og spælistílinum hjá Andorra: - Tað var deiligt at vinna á hasum apukattunum, slóg Gilli fast við sjeytummaseymi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við føroyska sigursmálskjúttan. 

 

Í samrøðuni fortelur Gilli R. Sørensen eisini hvussu hann upplivdi sigursmálið.