Brann Bergen hevur í kvøld vunnið seg upp á eitt fyribils fjórða pláss í Tippiliguni, eftir at hava vunnið 3-2 á Haugesund á útivølli.. Gilli Rólantsson bleiv skiftur inn eitt korter fyri tíð, tá støðan var javnleikur 2-2.
Sjey minuttir seinni legði tvøramaðurin eitt innlegg úr vinstru til Torgeir Boerven, sum skoraði sigursmálið til 3-2. Gilli Rólantsson hevur sitið uttanfyri fyri tað mesta síðani landsliðssteðgin, men fekk nú aftur prógvað seg.
Brann Berger liggur á fjórða plássi við 43 stigum, sum er eitt fleiri enn nummar trý og fðyra stig eru upp til Sonna Ragnar Nattestad og Molde. Øll hini liðini spæla í morgin og ein dystur er mánadagin.









