Donsku meistararnir úr AaB eru í løtuni á venjingarlegu í Spania. Við í hópinum er føroyski Gilli Sørensen, sum í dag fekk møguleikan í venjingardystinum ímóti Torpedo Moskva. Hann var við frá byrjan.
Torpedo Moskva var á odda 2-0 í hálvleikssteðginum, men sambært beinleiðis frásøgnini hjá AaB á Twitter, so var Gilli tvær ferðir við í góðum uppspæli og royndi seg við uppleggi.
Tá ið seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, eydnaðist tað AaB at minka um munin. Gilli stóð fyri upplegginum, sum var eitt innlegg til Viktor Ahlmann, ið heilfluktaði bóltin í mál til 2-1.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum og Torpedo Moskva vann tískil dystin 2-1. Sambært frásøgnini, so var Gilli Sørensen ímillum teir mest eyðsýndu – hann verður fleiri ferðir nevndur í sambandi við góð innlegg.