Gillette verður skúm-sponsor

Stórt hugflog eyðkendi bretsku ítróttamiðlarnar, sum í gjár høvdu hópin av royndum at senda lesaran apríl

 

Ein tann besta apríl-søgan í bretska íróttaheiminum mundi vera tann hjá Daily Mirror, har tey skrivaðu, at Gillette hevði gjørt risa sponsor-avtalu við ensku Premier League um veitan at barber-skúmi til dómararnar.

- Okkara Gillette Fusion Proglide Sensitive 2in1 barberskúm heldur sær longri á vøllinum, tá múrurin skal setast, og sjálvt grasið verður eisini javnt og bleytt aftaná, skuldi ein talsmaður hjá Gillette hava sagt við blaðið.

 

Aðriri miðlar vóru sjálvandi eisini upp á spæl. Eitt nú vistu miðlarnir at siga, at nýggjar kanningar av bóltinum, sum varð nýttur í HM-finaluni í 1966 prógvaðu, at kritmerki á bóltinum var frá sjálvari málstrikuni. Tað skuldi vera prógv fyri, at skotið hjá Geoff Hurst ongan tíð var innanfyri, og tí hevði enska fótbóltssavnið tikið avgerð um, at bólturin skuldi latast týska fótbóltssavninum.

 

Annars kann nevnast, at Emile Heskey hevði gjørt avtalu við Liverpool, so hann kundi fylla plássið hjá skadda Daniel Sturridge. At serligir selfie-hotspots skuldu setast við hornaflaggið, so spælarar kundi taka selfie-myndir, tá teir feiraðu mál, At Arsenal og Puma samstarva um at framleiða serligan bólt til lámar, At Jamie Carragher skala verða serligur umboðsmaður hjá Everton. At Rooney – sum úrslit av taptum veddimáli – hevði eina Liverpool-tatovering á arminum, og at Arsenal og Chelsea í felag fara at reisa standmynd av Ashley Cole.