Sambært The Times er upp á tal at boykotta Gillette, tí fyritøkan er sponsor hjá Thierry Henry, men sponsorurin veitir eftir øllum at døma fransmanninum sín stuðul. Fyrrverandi írski landsliðsleikarin og oddamaðurin á liðnum hjá Liverpool, John Aldridge, er rættiliga firtin inn á Thierry Henry eftir, at Írland við javnleikinum móti Fraklandi í gjárkvøldið hevur mist møguleikan at verða við í HM-endaspælinum.
- Okkurt átti at verið gjørt, men her fer einki at henda. UEFA verður stýrt av fransmanninum, Michel Platini og FIFA verður stýrt av Sepp Blatter.
Írin heldur, at Thierry Henry átti at verið vrakaður av persónliga sponsorinum hjá sær, Gillette.
- Hetta er størsta mistak, síðan Diego Maradona brúkti hondina móti Onglandi í 1986, sigur John Aldridge.
Sambært The Times er upp á tal at boykotta Gillette, men sponsorurin hevur eftir øllum at døma veitt fransmanninum sín stuðul.
- Tað er ikki okkara uppgáva at gera viðmerkingar til dømingina av einum fótbóltsdysti, og tí kemur hetta ikki at ávirka okkara viðurskifti við Thierry Henry, sigur Gillette-talsmaðurin, James Nunn.
Tilburðurin í gjárkvøldið er eisini við at gerast politiskur millum Írland og Frakland, har írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, stuðlar teimum, sum krevja umdyst.
Forsætisráðharrin sigur, at hann fer at taka eitt prát við franska forsætisráðharran, Nicolas Sarkozy, tá ES-leiðararnir hittast næstu ferð í Brüssel.
Írska fótbóltssambandið hevur sent klagu til FIFA, men vónirnar um, at dysturin verður leiktur umaftur, eru smáar.
- Skal nakar møguleiki vera fyri umdysti, má tað helst vera Frakland sjálvt, sum ynskir tað, siga fótbóltskeldur.