Gillard vann formansvalið

Forsætisráðharrin í Avstralia, Julia Gillard, vann í nátt eina atkvøðugreiðslu um formansstarvið í arbeiðaraflokkinum. Atkvøðugreiðslan gjørdist neyðug, tí at fyrrverandi forsætisráðharrin Kevin Rudd bjóðaði henni av. Men tá atkvøtt varð í nátt, var eingin ivi. Gillard vann við 71 atkvøðum ímóti 31.

Politiskir eygleiðarar í Avstralia siga, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er ein sera týðandi sigur fyri Julia Gillard, og at hennara næsta uppgáva verður at sameina flokkin. Tað verður kanska ikki so torført, tí Kevin Rudd segði aftan á uppteljingina, at hann fer at styðja Gillard sum stjórnarleiðara.

Sjálv segði Julia Gillard, at eftir tann trygga sigurin í nátt er hon sannførd um, at arbeiðaraflokkurin fer at vinna valið, sum verður næsta ár.