- Projekteringsarbeiðið av nýggja skúlanum á Giljanesi er nú komið væl áleiðis. Projektuppskotið er gjørt, og fyrsti parturin av arbeiðinum verður boðin út um hálvan januar. Fyrsti parturin fevnir um jørðarbeiði og um niðurtøku av tí partinum av verandi bygningi, sum ikki er í brúki longur.
Tað sigur Vága kommuna á síni heimasíðu. Kommunan fegnast um, at projekteringin av nýggja skúlanum hevur verið gjørd í tøttum samstarvi við bygginevndina og í positivum samskifti við umboð fyri lærarnar og skúlastýrið.
- Samband er eisini við Landsverk um ferðsluviðurskiftini við skúlan. Hugt verður eftir, hvussu ferðslan kann skipast á so tryggan hátt sum gjørligt, soleiðis at ferðslusaneringsætlanin, sum Landsverk arbeiðir við, verður samskipað við framtíðar ætlanirnar hjá kommununi fyri skúlaøkið og ítróttarhøllina á Giljanesi.
Vága kommuna sigur, at bygginevndin kannar eisini møguleikar fyri grønari orku í samband við byggingina. Samband hevur verið við Jarðfeingi um møguleikar viðvíkjandi jarðarhita til skúlan.
- Í løtuni verður kannað, hvussu ein slík skipan kann verksetast, og hvussu hetta fer at ávirka rakstrar- og íløgukostnaðin.
At enda sigur Vága kommuna, at fyrsta byggistig av nýggja skúlanum verður boðið út móti sumri komandi ár og verður skúlin eftir ætlan tikin í nýtslu til skúlaársbyrjan 2013.










