steypaprát
Eitt er at vera partur av eini steypafinalu sum leikari. Tað hevur Marian Cirloganescu roynt áður, men at standa sum venjari, meðan leikararnir stríðast fyri steypinum. Tað hevði hann ikki roynt undan leygardagin, tá hann av einum knæskaða varð noyddur at halda til á beinkinum.
Og Marian ásannaði eisini eftir dystin, at hetta hevði verið strævið.
- Hatta var ræðuligt. Atmosferan í høllini var alla tíðina sera spent, og fyri okkara viðkomandi gekk illa at fáa glið á spælið. Nú endaði alt við einum tryggum sigri, men tað var langt ífrá alla tíðina, at hann var so tryggur. H71 megnaði veruliga at gera tað trupult fyri okkum, men eg haldi at tað avgerandi var, at okkara leikarar hava meira royndir. Tá tað stóð allar mest á, so megnaðu mínir leikarar í nógv størri mun at halda høvdinum kalt, soleiðis at røttu avgerðirnar vórðu tiknar.
- Sjálvur fekk eg ikki gjørt so nógv. Eg royndi sjálvandi at geva boð um, hvat eg helt skuldi til, men tað var ræðuliga trupult at hugsa klárt. Nú veit eg ikki, um havi fornermað nakran, tá eg soleiðis stóð og rópti, men havi eg tað, so vil eg við hesm biðja um eina umbering.
Ikki ein og tveir
Og so leggur málverjin og venjari hjá StÍF afturat, at tað frøddi hann heilt nógv, at liðið nú stóð hesa royndina uttan tveir av avgjørdu stuðulsleikarunum. Nevnliga málverjan sjálvan og Svein Justinussen.
- Um eg kann siga tað soleiðis, so var hetta endaliga prógvið fyri, at vit hava eitt lið, og ikki bara eru nakrir einstaklingar. Sjálvandi eru summir leikarar sera týdningarmiklir fyri liðið, men tað avgerandi er, at aðrir altíð eru til reiðar at taka yvir, og tað vóru teir hesaferð.
- Og lat meg so at enda geva áskoðarunum eina stóra tøkk. Teir vóru aftur í dag heilt fantastiskir, og á vøllinum kennis tað veruliga, sum eru teir áttandi maðurin hjá okkum. Tað eiga tey øll somul stóra tøkk fyri, segði málverjin at enda.