Øgiligur hiti

Sólin hevur bakað niður fyrstu dagarnar, sum landsliðið hevur verið í Sveis. Hitastigini hava verið nakað væl oman fyri tey tjúgu, og einki røkist fyri, at hetta fer at batna til leygardagin. Tvørturímóti siga lokalu veðurmenninir, at leygardagurin fer at verða heitasti dagurin á ferðini, so hjá okkara leikarum eru hyggjuráðini at fáa nóg mikið av vætu.