FÓTBÓLTUR
Piatra Neamt, Rumenia: Hann er gamal áleypari og plagar at vera góður fyri nøkur mál um árið í landskappingini. Í gjárkvøldið skoraði hann fyrsta málið á landsliðnum. – Ja, tað er eitt sindur øðrvísi. Tað er ikki á hvørjum degi, at eg skori mál og tað er so fyrsta ferðin á landsliðnum, at eg royni tað, segði Egil á Bø smílandi eftir dystin.
Hansara mál munaði tó lítið í móti teimum trimum rumensku málunum.
– Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga til tað. Eg harmist altíð um, at mótstøðuliðini fáa mál. Eg haldi eisini, at vit kundu vart betri fyri við onkrum av málunum. Ikki tí, teir vóru nokk betri enn vit, men okkurt mál, teir fingu var heldur bíligt, sigur Egil á Bø, sum tó var rímiliga væl nøgdur við avrikið hjá sínum liðfeløgum.
– Vit spæla hampiliga væl til tíðir og verja eisini væl. Vit royndu allir og eg haldi ikki tað var heilt av leið, heldur hann.
Eitt er at meta um avrikið hjá sínum liðfeløgum, annað er at taka støðu til egna framtíð. Tað er ikki heilt lætt.
– Eg blívi so ikki yngri og eri eisini nokkso gamal eftir hondini. Tankin um at gevast liggur nokkso nær, men eg havi ikki tikið støðu til tann spurningin enn, sigur Egil á Bø, sum leggur aftrat, at tað verður helst rættiliga skjótt, at hann hevur gjørt av, hvussu verður við honum og fótbólti á hægsta stigi næsta ár.