FÓT3BÓLTUR
Við sínum 33 landsdystum er Súni Olsen ein av teimum royndastu spælarunum, Brian Kerr hevði sett á liðið, sum byrjaði dystin á Tórsvølli í gjárkvøldið. Súni spældi, líka til eitt lítið korter var eftir, og hann var skiftur út við Jann Inga Petersen.
Higartil hevur Súni tvey mál á landsliðskontuni, men tað var tvær ferðir um reppið, at hann økti úrtøkuna 50 prosent. Serliga seinnu ferðina, tá eitt sera væl spælt álop 10 minuttir eftir steðgin endaði við, at Símun Samuelsen, sum sjálvur kundi havt skotið, valdi at spæla útfrá til Súna.
– Ja, serliga seinnu ferðina var tað øgiliga tætt við, ásannaði Súni, sum eisini tíðliga í dystinum hevði fyrstu føroysku royndina, men tó skjeyt framvið. Hetta skotið gjørdist samstundis startskotið til góða føroyska avrikið í fyrra hálvleiki.
Seinnu ferðina, tá tað var »øgiliga tætt við«, snúði tað seg nokk bara um fáar sentimetrar, ið gjørdu munin, tí hevði bólturin bara verið innan fyri stongina, uttan at annars vælspælandi málverjin hjá serbum, Vladimir Stojkovic, hevði havt nakran møguleika at rokkið bóltinum, tí hann stóð sum negldur.
– Vit kundu tá komið upp á 1-1, og so kundu vit kanska vent dystinum, so tað var ógvuliga trist, at tað ikki skuldi eydnast, segði Súni, sum sjálvandi harmaðist tapið.
– Eg eri keddur av at tapa 0-2 í kvøld, og tað er nakað lort. Men vit mugu bara gera tað betri næstu ferð.










