– Øgiliga stórt

Erling Jacobsen kom inn av beinkinum, skoraði og gjørdist matchvinnari.

– Tað var øgiliga stórt at koma inn og avgera dystin, tí eg sat spentur og bíðaði eftir at koma inn, segði fegni Erling Jacobsen aftaná dystin, har hann eisini staðfesti týdningin av sigrinum.

– Hatta var øgiliga viktugt. Serliga nú vit hava tapt tveir dystir á rað. Eg haldi at vit vístu nógv meiri og kempaðu meiri fyri tí, enn vit hava gjørt undanfarnu dystirnar, og eg haldi, at sigurin var uppiborin, metti Erling Jacobsen.