Stjørnuprát
Århus:
Føroyingarnir settu sjálvandi teirra dám á Stjørna í eitt kvøld við føroyskum fløggum og rópum. Pápi Guðruna, pápabeiggi hennara og abbadóttir hansara, beiggi Guðruna og fleiri vinfólk vóru millum áhoyrararnar hesa løtuna. Tey vóru øll á einum máli um, at tað var nógv meira spennandi til hesa kappingina enn seinast.
Ási Jacobsen, pápi Guðruna, segði aftaná, at hann ikki hevði væntað, at dóttirin fór at vinna so sannførandi.
- Hetta var so nógv meira spennandi, tí nú hevur hon vunnið fyrr, segði hann brosandi, meðan hann heilsaði upp á tey mongu glaðu fólkini, sum komu at ynskja honum til lukku við dótrini.
Ási heldur, at Guðrun hevur ment seg sera nógv sum sangarinda, síðani fyrstu ferð hon steig á pallin í Stjørna í eitt kvøld við balladuni Promise me.
- Tað kanst tú ætla, at hon hevur. Hon hevur jú sungið so nógv síðani, og nú fer hon at hava úr at gera aftur. Fyrst hevur hon vunnið her í kvøld, og mánadagin kemur fløgan eisini út, sigur hann.
Familjan á Tvøroyri hevur tó havt Guðruna heima í nærum ein heilan mánað á jólum, so hon hevur veruliga fingið ladað upp til strævnu tíðina, sum liggur fyri framman.
Ási skuldi vera hjá Guðruni í nakrar dagar, áðrenn leiðin gekk upp aftur til Føroya.
- Ein pensjionistur sum eg, hevur ikki so øgiliga nógv at takast við, so eg kann tað sama royna at stuðla dótrini, tá tað ber til, segði Ási Jacobsen, áðrenn hann fór úr salinum.










