Øgiliga óheppið, at stuðulin verður strikaður

- Tað er øgiliga óheppið, at ætlanin nú er at strika stuðulin til skipasmíð í Føroyum. Tað heldur Aðalstein Anthoniussen á AWI Føroyar, sum ger smáar bátar til útróður, alivinnuna og annað.

Hann sipar til at samgongan hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har ein partur er at strika játtanina til skipasmíð í Føroyum.

Í hesum sambandi ger AWI Føroyar vart við, at tey eru í samráðingum við eina alifyritøku um at byggja tveir alibátar í ár fyri tríggjar milliónir í alt.

Tí heitir AWI á Løgtingið um ikki at strika alla játtanina til stuðul til skipasmíð, men heldur at minka hana niður í kr. 240.000 í ár, sum er 8% av trimum milliónum.

Aðalstein Anthoniussen sigur, at endamálið við stuðulinum var at javntseta føroyskar skipasmiðjur við skipasmiðjur uttanlands.

Stuðulin er átta prosent av byggikostnaðinum.

- Skipasmiðjur í Føroyum hava størri útreiðslur til farmaflutning og annað aftur ímóti skipasmiðjum uttanlands, og stuðulin var settur í verk fyri at bøta um okkara kappingarføri.

Eyðun Anthoniussen sigur, at í teimum tilboðum, tey hava givið, er stuðulin roknaður upp í og tí er tað serstakliga óheppið, at stuðulin verður tikin av nú í einum høggi, uttan nakra sum helst freist.

- Hetta eru smápengar, men verður stuðulin tikin av, verður okkara kappingarførið átta prosent verri, enn tað hevur verið og so verður tað tórført at varðveita skipasmíð, sigur hann.