Síðani klokkan fýra í dag hava løgtingsfólk kjakast um uppskotið um broyting í hjúnabandslógini rættarvirknaðarlógini, ið tær fýra tingkvinnurnar, Sonja Jógvansdóttir, Hanna Jensen, Kristianna Winther Poulsen og Bjørt Samuelsen hava lagt fyri tingi.
Tað er tó ein tingmaður, Heðin Mortensen, ið øll tosa um í dag, eftir at hann í morgun legði eitt broytingaruppskot fyri tingi, ið inniber at uppskotið skal út til fólkaatkvøðu.
Frammanundan var ógreitt hvørja støðu Heðin Mortensen og Kristin Michelsen høvdu til málið, og broytingaruppskotið hevur ikki gjørt lættari at gjøgnumskoða hvat endin á viðgerðini verður.
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, sigur at viðgerðin hevur verið eyðmerkt av, at eingin veruliga veit hvat úrslitið verður.
- Hetta er øgiliga fløkjasligt. Eingin veit hvat hetta endar við, og so stutt undan atkvøðugreiðsluna tori eg ikki at koma við einum boði.
Politiski viðmerkjarin sigur, at uppskotið hjá borgarstjóranum í Havn ikki er væl dámt millum øll samgongufólk.
- Tað eru samgongufólk, ið hava boðað frá, at um broytingaruppskotið verður samtykt, og málið skal út til fólkaatkvøðu, so fella tey heldur upprunauppskotið, enn at samtykkja tað við broytingunum.
Orðaskiftið er um at líða móti endanum, og væntandi verður atkvøtt um málið áðrenn klokkan tíggju.