Gilgamesh og Ólavur live í Tórsgøtu í kvøld

 

 

Í kvøld leggja Theodor S. Olsen, prestur, og Poul Guttesen, lektari, fram seinasta verkið, ið Viderø skrivaði, og sum nústaðni er komin undan kavi

 

Bókin er um hugsanir, ið menniskju hava drigist við fyri 5000 árum síðum og sum framvegis plága okkum. Viderø hugleiðir um tann leitandi Gilgamesj, sum var kongur íMesopotamia, og um somu órógv og sama tómleika í nútíðarmenniskjum. Hvussu vit eitra okkum umhvørvið, og hvussu grunnskygd vit eru, hóast so væl siðmentað.

 

 Aftur við hesum forvitnisliga práti fer Ólavur Jakobsen at hugfanga okkum við sínum altíð góðu gittartónum.

 

 Set teg afturá við einum glasi ella koppi og njót løtuna – eins og vart tú í Reinsarínum, til Orð og tónar, siga fyrireikararnir.