Tað tykist nú at vera greitt, at serlæknin í gikt, Pero Sore, fer at halda fram í arbeiðnum á Landssjúkrahúsinum, í hvussu so er fyribils. Tað vátta bæði Bjarni á Steig leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Pero Sore hevur verið ónøgdur við ymisk viðurskifti og so seint sum í morgun bendi alt á, at dagurin í dag fór at vera hansara seinasti arbeiðsdagur á Landssjúkrahúsinum. Men síðani hava samráðingar verið og beint nú boða Bjarni á Steig og Karsten Hansen frá, at avtalan er, at serlæknin í gikt heldur fram í starvinum. Hann hevur ikki tikið uppsøgnina aftur, men partarnir eru samdir í, at hann skal halda fram í ein mánað afturat, til viðurskiftini eru endaliga fingin í rættlag. Pero Sore hevur verið misnøgdur við hølisviðurskiftini, hann hevur verið verið ónøgdur við, at hann fær ikki nóg nógva tíð sjúkrarøktarfrøðingi og hann hevur verið ónøgdur við avtaluna við Heilsutrygd. |










