Giktafelagið vil við hesum heita á sjúkrahúsleiðslu og landsins myndugleikar um at fáa tolandi viðurskifti innan giktaserøkið og hjá einasta giktalæknanum í landinum.
Arbeiðsumstøðurnar hjá giktalæknanum, síðani hann tók við ábyrgdini av serøkinum, hava í langa tíð verið ótolandi, og heldur ikki hevur borið til at fáa avtalu við Heilsutrygd, so privat praksis kann útinnast undir skipaðum viðurskiftum.
Vit vilja minna á, at síðani Pero Sore tók við ábyrgdini av giktaøkinum fyri fimm árum síðani, er bíðitíðin stytt frá tveimum árum til 2-4 mánaðir við møguleika fyri akuttari kontakt til serlækna. Hetta hevur bert verið gjørligt, tí læknin eisini hevur átikið sær uppgávur uttan fyri vanliga arbeiðstíð – altso í hansara frítíð. Fíggjarmálaráðið, Heilsutrygd og Serlæknafelagið hava samráðst um treytirnar fyri “privatari” praksis í fimm ár, men tað tykist ikki, sum hevur nakar av hesum áhuga í einum varandi sáttmála.
Tað er beinleiðis skeivt, tá ført verður fram, at fastar seravtalur ikki kunnu gerast við einstakar læknar og serlæknar. Sum nú er, eru seravtalur fyri fleiri serøki innan heilsuverki eins og við læknar á lokal-sjúkrahúsum. Hóast hetta, so sýnist tað sum um, at hetta onkursvegna ikki skal kunna bera til innan giktaøkið!!! Í 2012 vórðu 700 undirskriftir handaðar Karsten Hansen, men framvegis hevur viljin ikki verið til staðar at loysa hetta.
Samstundis sum einasti giktalæknin hevur sagt seg úr starvi, ljóða fagnaðarróp, tí ein giktalækni hevur søkt starv í Føroyum. Tað mátti verið sjálvsagt, at arbeiðsumstøðurnar hjá verandi giktalækna vórðu fingnar í tolandi støðu, áðrenn søkt verður eftir nýggjum lækna. Hartil skal ein nýggjur lækni byrja av nýggjum, tí hann kennir ikki sjúklingarnar á sama hátt, sum nú fyrrverandi giktalæknin, og tí verður viðgerðin av føroyskum giktasjúklingum sett fleiri ár aftur. Tilboðið til føroyskar giktasjúklingar er í dag á verri støði, enn tað var í 1982.
At enda vilja vit átala, at beinleiðis ósannindi verða førd fram av tingsins røðarapalli, tá giktaøkið hevur verið til viðgerðar.
Landsstýrismaðurin hevur – hóast hann væl veit, at hetta ikki er sannleikin – ført fram, at tvær milliónir eru fluttar frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsi í samráð við leiðsluna á LS og Pero Sore,sum tá hevði ábyrgd av giktaøkinum. Til hvat? Giktalæknin hevur ikki veri við til at gjørt nakra avtalu um flyting av pengum frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsið, og hetta er landsstýrismaðurin væl vitandi um.
Og tað er beinleiðis lygn, tá Jenis av Rana, tingmaður, førir fram, at “hasin læknin” framvegis er til arbeiðis.
Einasti giktlæknin seinnu árini er givin í starvi sínum. Tað merkir, at 1.500 føroyingar, sum hava tørv á ambulantari viðgerð og/ella tættari uppfylging í samband við útskrivaðan heilivág, ikki fáa ta hjálp, sum teimum tørvar. Tað tykist okkum, sum skal giktaøkið í Føroyum knúsast niður, tí giktalæknin – sum einsamallur varðar av størsta sjúklingabólki í landinum – ynskir ein tryggan sáttmála og vissu fyri, at arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingi, við serkunnan innan giktasjúkur, ikki verður niðurraðfest?
Gikt verður mett sum størsta fólkasjúkan í dag. Vit hava ikki neyv tøl í Føroyum, men roknast kann við at á leið 7.000 føroyingar hava, ella koma at hava tørv á ambulantari viðgerð. Men við førda politikkinum er ovurstórur vandi fyri, at hesi fólk ikki kunnu fáa neyðugu hjálpina her á landi.
Giktaøkið er í dag ein kastibløka milum Heilsutrygd, Heilsumálaráðið, Landssjúkrahúsið, Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelagið, sum øll skiftast um at tveita ábyrgdina víðari. Í seinasta enda er tað landsstýrismaðurin við Heilsumálum, sum stendur við ábyrgdini, og má vera eitt treytaleyst krav til Karsten Hansen, at trupulleikin verður tikin í álvara.










