Giktafelagið mótmælir

Á limafundi hjá Giktafelag Føroya í gjár umrøddu fundarluttakararnir støðuna, sum er íkomin á giktaøkinum, nú giktalæknin ætlar at siga upp.

Semja var um at heita á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Víst verður til samgonguskjalið, har skrivað stendur, at ”bíðilistarnir til serviðgerð skulu minka.”

Verandi giktalækni hevur megnað at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð frá einum ári til tveir mánaðir. Hann er dugnaligur og væl lýddur, og tað er ynskiligt og rímiligt, at hann heldur fram í starvinum.

- Vit krevja, at giktalæknin fær arbeiðisró og sømilig kor at virka undir bæði viðvíkjandi sáttmála og arbeiðisviðurskiftum yvirhøvur, sigur Giktafelag Føroya í yvirlýsing.