Í giktafelagnum fegnast tey um at hava fingið serlækna í gikt aftur á Landssjúkrahúsið og saman við Lions klubbanum arbeiða tey í løtuni fyri at skipa endurvenjing í Eysturoy Giktafelagið í Føroyum heldur aðalfund í MBF-húsinum í morgin, sunnudagin klokkan 16.
Á fundinum standa tríggir nevndarlimir fyri vali, Anna Petersen, forkvinna og nevndarlimirnir Jonveig Arge og Randi Nólsø og tey taka øll við afturvali.
Gitkafelagi hevur 600 limir og er eitt av teimum elstu sjúklingafeløgunum í Føroyum ?felagið fylti 60 í august.
Ein stórur trupulleiki hevur verið, at ongin fastur giktalækni hevur verið í Føroyum í nógv ár, men á nýggjárinum byrjaði Pero Sore í hesum starvi og tað er eitt stórt framstig, sum tey hava longst eftir í nógv ár.
Tað eru eini 200 sløg av gikt og ein stórur trupulleiki hevur verið, at møguleikarnir at fáa venjing hava verð so vánaligir kring landið.
Men Giktafelagið er nú við í einum bólki, sum roynir við at fáa nakað á føtur í Eysturoy.
Tað er Lions Klubburin, sum hevur tikið stig til hetta og roynt verður nú at fáa kommunurnar at stuðla tiltakinum við 5000 krónur í part. So verður restin figgjað aðrar vegir.
Møguleikarnir vóru kannaðir fyri at skipa fyri venjing á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið, og har liggur so mikið væl fyri, at arbeitt verður víðari við tí møguleikanum.