Gigni má skerja virksemi vegna sparingar

Allir rakstrarstovnar undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skulu spara. Gigni hevur víst á, at tað er óheppið, at játtanin til keyp av vørum og tænastum verður sker

Tað sæst í tilfarinum hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum hevur spurt Barna- og útbúvingarmálaráðið ítøkiliga, hvørjar vørur og tænastur ætlanin er at brúka minni av í sparingini á 170.000 kr. í keypi av vørum og tænastum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið svarar, at talan er um generella sparing, ið hevur rakt allar rakstrarstovnar undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

– Gigni hevur víst á, at tað er óheppið, at játtanin til keyp av vørum og tænastum verður skerd. Tær flestu útreiðslurnar eru neyðugar fyri at reka stovnin. Gigni leggur stóran dent á at vera ein fakliga sterkur stovnur, m.a. við at dagføra og uppskúla heilsufrøðingarnar, skrivar ráðið til fíggjarnevndina.

– Møguleiki er at spara útreiðslur til uppskúling og framleiðslu av kunningartilfari. Barnaverkætlanin setur stór krøv til Gigni um at vera ein stórur partur av teimum verkætlanunum, sum verða settar í gongd. Gigni er í løtuni í ferð við at kanna og leggja ætlanir um uppskúling av heilsufrøðingum til at hava foreldraskeið innan Cos-P (tryghedscirklen). Um játtanin verður skerd, verður sambært Gigni ikki møguligt at uppskúla heilsufrøðingar til foreldraskeið innan Cos-P, sum sambært Gigni er sera óheppið, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

– Gigni vísir at enda á, at umframt omanfyri nevnda, hevur stovnurin fingið boð um, at leigan av skrivstovuhølunum verður hækkað í næstum. Hesum er ikki lagt upp fyri í fíggjarætlanini, sigur ráðið í svarinum til fíggjarnevndina.