- Kikhosti er ein sjúka, sum av og á er í umfari millum børn og vaksin í Føroyum. Sum kunnugt er sjúkan álvarslig fyri lítla pinkubarnið, serliga tey, sum enn ikki hava fingið tvær av trimum koppsetingum.
Tað sigur Gigni, ið veitir heilsuráðgeving til børn og ung.
- Vit eru varug við, at kikhosti nýliga er staðfestur hjá pinkubarni og ynskja vit tí at minna á smittuvandan, og hvussu týdningarmikið tað er at fyribyrgja, at pinkubørn verða smittaði.
Gigni mælir til, at foreldur lata børnini fáa ókeypis koppsetingarnar, sum verða bjóðaðar. Barnið verður vanliga koppsett fyri kikhosta, tá tað er tríggjar, fimm og 12 mánaðar - og tá barnið er fimm ár.
- At koppseta er besta fyribyrgingin fyri kikhosta, leggur Gigni dent á.
Víst verður eisini á, at vaksin og børn við krími ella hosta eiga at halda seg burtur frá pinkubørnum. Serliga teimum børnum, sum enn ikki hava fingið tvær koppsetingar fyri kikhosta.
- Gott hondreinførið fyribyrgir smittu, sum verður førd víðari við kontakt. Vaksin og børn eiga tí altíð at vaska hendurnar væl, áðrenn tey nerta við lítla barnið.
Gigni mælir eisini til, at tá tú hostar, so skalt tú ikki hosta í hondina, men inn í albogan ístaðin.










