Gigni er nýggja heitið

Allir heilsufrøðingar í Føroyum eru nú skipaðir undir stovninum: Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung

Seinnapartin í gjár varð avdúkað, at nýggja heitið á Barnatænastuni verður Gigni.

Hetta hendir eftir at fyrrverandi Barnatænastan, sum fyri 1. januar 2009 var partur av Nærverkinum, nú er vorðin ein sjálvstøðug eind undir Heilsumálaráðnum, og í hesum sambandi hevur fingið nýggjan samleika.

Nýggi samleikin umfatar nýtt búmerki, nýtt navn og nýggja heimasíðu.

Orðið "gigni" er gamalt føroyskt orð, sum merkir tað at vera einhvørjum at gagni, avleitt av sagnorðinum: at gagna. Navnið er valt við støði í virkseminum hjá stovninum, sum júst er at virka til gagns fyri heilsu og trivnaði hjá børnum og ungum í Føroyum.

Nýggja búmerkið myndar í fáum strikum tvey fólk, antin eitt barn og ein vaksnan, ella eitt barn og eitt ungt folk, sum halda hvørt um annað. Búmerkið boðar soleiðis frá tryggleika og umsorgan, ið eru virði, sum Gigni byggir sítt virksemi á.

Samstundis hevur stovnurin fingið egna heimasíðu. Heimasíðan er ætlað øllum foreldrum, børnum, ungum og annars øllum, ið vilja vita meira um Gigni, eins og onnur viðurskifti, sum hava við børn og ung at gera.

Ætlanin er at menna heimasíðuna til at verða ein vitanardepil, har tíðindi og kunning javnan verða løgd út.

 

Mennandi lívsbyrjan

Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til allar smábarnafamiljur, skúlabørn og tannáringar í Føroyum. Gigni virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár.

Eisini verður stórur dentur lagdur á at styrkja og menna foreldraførleikan og at økja um tilvitanina um leiklutin, sum familjan hevur.

Heitið heilsufrøðingur verður nú brúkt heldur enn heilsusystir. Ein heilsufrøðingur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum umframt drúgvar starvsroyndir hevur nomið sær víðari útbúgving á CVU í Danmark, við servitan um heilsu hjá børnum og ungum.

Summir heilsufrøðingar arbeiða burturav við smábørnum ella burturav á skúlum, meðan aðrir arbeiða bæði á skúlum og við smábørnum.

Samstundis sum stovnurin flutti úr Nærverkinum til Heilsumálaráðið, flutti stovnurin í egin høli. Saman við nýggja samleikanum fer hetta at tryggja øllum brúkarum, bæði einstaklingum og stovnum, eina betri tænastu.

 

Trygd og stuðul

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, var sjálvandi eisini til staðar, og hann segði eisini nøkur orð.

- Eg vil siga, at yrkið, sum heilsufrøðingar útinna, er eitt hitt týdningarmesta í okkara vælferðarsamfelagi. Heilsufrøðingarnir standa klárir og rætta hendurnar út, tá jarðamóðir og føðilækni hava hjálpt barninum í verðina, segði Hans Pauli Strøm.

Hann nevndi stóra týdningin, sum heilsufrøðingarnir hava fyri uppvøksturin, og at tað eru teir, ið skulu hava professionellu eyguni við, um vandar eru á vegnum, vandar, ið onnur ikki varnast.

- Tit eru samfelagsins trygd og stuðul hjá nýggju pinkubørnunum og hjá ungu barnafamiljunum, segði Hans Pauli Strøm.

- Í dag seta tit orð á tykkara samleika og geva honum eina nýggja ímynd, við at fáa nýtt navn, nýtt logo, nýggja heimasíðu og ein fínan nýggjan bústað. Tillukku við tí og góða eydnu við framhaldandi menning av yrki tykkara, segði Hans Pauli Strøm.

Hann endaði við at lesa upp eina yrking, týðarin ókendur, sum vit prenta í kassanum við síðuna av.

 

 

Í kassa fyri seg

 

Eitt barn, ið verður lastað,

lærir at fordøma.

Eitt barn, ið verður bukað,

lærir at berjast.

Eitt barn, ið verður háðað,

verður smæðið.

Eitt barn, ið verður spottað,

fær ringa samvitsku.

Men eitt barn, ið verður eggjað,

lærir sjálvsálit.

Eitt barn, ið verður møtt við tollyndi,

lærir at verða tolið.

Eitt barn, ið verður róst,

lærir at virðismeta.

Eitt barn, ið upplivir »Fair Play«,

lærir rættvísi.

Eitt barn, ið upplivir vinarlag,

lærir blíðskap.

Eitt barn, ið upplivir tryggleika,

verður vóngott.

Eitt barn, ið er elskað,

lærir at kenna kærleika.