Giggs virdir ov lítið

Ryan Giggs, sum um vikuskiftið skoraði sítt mál nummar 100 fyri Manchester United, fær alt ov lítla virðing

Tað heldur liðfelagi hansara, Rio Ferdinand. – Tað eru spælarar, sum ikki røkka 100 dystum, so at skora 100 mál er heilt fantastiskt. Og eg haldi tað slettis ikki vera løgið, at ein spælari av hansara kalibur røkkur hesum marknasteininum. Og sum heild haldi eg, at fólk virða hansara avrik ov lítið, tí hann er veruliga í heimsflokki, segði Rio Ferdinand millum annað um liðfelagan.