Giggs setti punktum

Í sínum dysti nummar 758 – ein tangering av metinum hjá Bobby Charlton – staðfesti Ryan Giggs sítt 10. og tað 17. meistaraheitið hjá Manchester United

Fótbóltur

 

Leikluturin hjá nú 34 ára gamla walisaranum hevur kanska verið sjónligari til tíðir. Seinasta partin av hesum kappingarárinum hevur tað ofta verið sum skiftisleikari, at hann hevur fingið dystartalið enn longur uppeftir, men hansara partur ahevur ikki ligið eftir í dominansinum, sum Manchester United hevur havt í enskum fótbólti seinastu 15 árini.

Og tí kundi handritið valla verið betur skrivað, tá hann kom inn á vøllin í seinasta dystinum hetta kappingarárið.

Við Chelesa lúrandi í bakhjólinum skuldi Manchester United vinna dystin móti Wigan, um gullið skuldi tryggjast, men hóast 1-0 leiðslu, gekst striltið at fáa málið, sum kundi taka luftina úr spenninginum. Wigan hevði sínar orsøkir til at kenna seg snýttar, tá dómarin ikki sá armin, sum Rio Ferdinand nýtti, tá støðan framvegis var 0-0. Og tað bøtti neyvan um lagið hjá vertunum, at tað júst var eitt brotsspark, sum gav Cristiano Ronaldo høvið at skjóta sítt 31. mál í Premier League hetta kappingarárið. Í seinna hálvleiki vóru tað tó gestirnir, sum kendu seg snýttar. Ikki minst, tá beinini vórðu feigaði undan Scholes inni í brotsteiginum, uttan at hetta tó kostaði nakað sum helst.

Til tíðir kendist spælið meira enn eitt sindur nervakent, men tað var altso Giggs, sum fekk nervarnar í rættlag. Wigan-verjan gloymdi eftiransingunum eina løtu, og tá Rooney stakk bóltin til Giggs, var roynda vinstra beinið ísakalt. Gullið var enn eina ferð komið til Old Trafford! At Chelsea so mest sum heilkiksaði, tá Bolton seint í dystinum javnaði leiðsluna, sum Shevchenko hevði skotið til avbjóðararnar, hevði minni upp á seg.

 

Eykavinningur til Fulham

Aðra staðni í Premier League var tað ikki gull men bjargingin, sum taldi. Og her gjørdist fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson stóri vinnarin, tá Roy Hodgson og Fulham vunnu nervakríggið.

Tað hevur annars ikki staðið nakað serligt til hjá Fulham, men seinastu tríggjar dystirnar vann liðið níggju stig, og tað var akkurát nóg mikið til at basa Reading og Birmingham.

Og nú røkist enntá fyri, at Fulham eisini sleppur út í Europa komandi kappingarár. UEFA letur nevnliga á hvørjum ári serstøk Fair-Play pláss, og eftir at Manchester City fekk reytt kort ímóti sær, tá teir vórðu gjøgnumbankaðir av Middlesbrough, liggur Fulham brádliga heilt væl fyri í tí kappingini. Enn er tó ikki endaliga greitt, um Fulham fær plássið.

 

 

---

 

 

Fakta

 

Birmingham-Blackburn 4-1

Chelsea-Bolton 1-1

Derby-Reading 0-4

Portsmouth-Fulham 0-1

Sunderland-Arsenal 0-1

Tottenham-Liverpool 0-2

West Ham-Aston Villa 2-2

Wigan-Manchester United 0-2

Middlesbrough-Manchester City 8-1

Everton-Newcastle 3-1