Fótbóltsáhugað í Føroyum, sum eru komin upp um tey 20 árini minnast væl ein landsdyst á Svangaskarði fyri 15 árum síðani. Føroyar leiktu ímóti Wales, og millum Premier League stjørnurnar hjá Wales vóru Neville Southall, Dean Saunders, Mark Hughes, Ian Rush, og hin tá bert 19 ára gamli Ryan Giggs. Svangaskarður var stúgvandi fullur, tí mong vildu nýta høvið at síggja bæði tær eldru og yngru stjørnurnar hjá Wales. Nógv vatn er runnið í Saltá síðani hendan dagin á Toftum, men Ryan Giggs leikar enn fótbólt á hægsta støði. Ígjár leikti hann sín dyst nr. 100 í Champions League fyri Manchester United. Samstundis var hetta dystur nr. 746 hjá honum fyri Manchester United í heimligum og altjóða kappingum. Í hesum 746 dystunum hevur hann skorað 143 mál fyri United. 14 dystir aftrat, og hann hevur tikið metið frá legendini, Bobby Charlton.
Eigur metið
Ryan Giggs er samstundis tann leikarin í søguni, sum hevur vunnið flest ensk meistaraheitið. Hann hevur verið enskur meistari í 1993, 1994, 1996, 1997, 1999, 2000, 2001, 2003 og í 2007. Hann hevur vunnið steypakappingina í 1994, 1996, 1999 og í 2004. Hann hevur vunnið Liga steypakappingina í 1992 og í 2006. Saman við Manchester United hevur hann eisini vunnið Champions League í 1999. Hetta var tað minniliga árið tá United vunnu “The Treble”.
Føddur Wilson
Ryan Giggs er føddur í Cardiff, Wales hin 29. november í 1973. Upprunaliga æt hann Ryan Joseph Wilson. Mamman eitur Lynne Giggs, og pápin eitur Danny Wilson. Mamman er walisisk, meðan pápin er onglendingur, sum er av hollendskari og sierra leoniskari ætt. Giggs er stoltur av sínum fjølbroytta uppruna, men valdi eftirnavnið hjá mammuni, og valdi at leika við Wales. Pápin, sum var ein rættuliga harðligur maður hevði ikki góða ávirkan á familjulívið, og tískil valdi Giggs at fylgja mammuni, bæði privat og tjóðskaparliga. Giggs leikti 64 landsdystir fyri Wales, og skeyt 13 mál í hesum dystunum. Tá Giggs leikti sin fyrsta landsdyst, var hann bara 17 ára gamal, sum er walisiskt met. Pápin var ein rættuliga góður Rugby League leikari, og hevur Giggs sagt, at hann hevur arva ferðina og balansuevnini frá pápanum. So hann virðir pápan, sum ítróttarmann, um ikki sum privatpersón.
Friðarligt privatlív
Tá Ryan Giggs var yngri bleiv hann ofta samanborin við norðuríran, George Best (1946-2005), sum var stóra stjørnan hjá Manchester United seinast í 1960-unum og fyrst í 1970-unum. George Best bleiv spurdur um Ryan Giggs “var tann nýggi George Best”. Sjálvspeiðin, men samstundis við fullari virðing svaraði George Best: “Nei! Eg haldi heldur, at eg var tann fyrsti Ryan Giggs”. Giggs minnir nógv um Best, sum leikara, men tíbetur hevur privatlívið ikki mint nakað, um privatlívið hjá Best, sum doyði, sum alkoholvrak longu 59 ára gamal. Tí gjørdi Alex Ferguson nógv við at verja Ryan Giggs tá hann var ungur, so hann ikki kom í sama óføri, sum George Best. Og sigast má, at tað hevur verið gott og gagnligt fyri Giggs, at Ferguson valdi hendan leistin. Ein fyrrverandi unnusta pástóð einaferð yvirfyri ensku pressuni, at Giggs hevði sligið hana. Men tað bleiv ikki nógv súpan kókað burturúr tí bótini. Giggs, sum hevur havt útsjóndina við sær hevur gjørt lýsingar fyri m.a. Reebok, Citizen, Celcom og Fuji. Áðrenn Beckham kom á pallin var Giggs tann best dámdi United-leikarin millum ungu genturnar. Ronaldo hevur tann leiklutin í dag. Giggs livir eitt friðarligt privatlív í dag. Hann er giftur við Stacey Cooke, og eiga tey dóttrina Liberty og sonin, sum eitur Zach. Hann er heiðraður fyri síni ítróttaravrik, og hevur fingið “Order of the British Empire”-heiðursmerki frá bretsku drotningini.










