Giggs og Scholes fara at spæla futsal í India

Ryan Giggs verður nú eisini millum prominentu nøvnini í serligari indiskari Futsal kapping

 

Ryan Giggs hevur valt at gera, sum ein onnur Manchester United legenda, Paul Scholes, og hevur valt at gerast partur av einari serligari futsal kapping í India, sum verður avgreidd dagarnar 15. til 24. juli. Futsal er innandura fótbóltur har spælt verður á einum styttri vølli tvær ferðir 20 minuttir. Í Futsal verður eisini ein øðrvísi fótbóltur brúktur.

 

Ronaldinho, Deco, Michel Salgado og Hernan Crespo verða millum hini prominentu nøvnini, sum fara at taka lut í kappingini í seinnu helvt í juli. Kappingin verður avgreidd í átta býum kring alt India.

 

Forseti fyri Premier Futsal kappingina í India er kenda portugisiska fótbóltslegendan, Luis Figo. Serliga 9 daga kappingin, sum Ryan Giggs og Paul Scholes taka lut í er ein serlig innvígingar-kapping fyri Premier Futsal kappingina í India, sum menn ætla skal gerast ein stór fótbóltsliga í India komandi árini.

 

Tá serliga futsal kappingin er liðug 24. juli verður væntað, at Ryan Giggs fer at boða frá hvat fótbóltslið hann fer at venja framyvir.