Tann 35 ára gamli vongurin, hvørs sáttmáli annars stóð til at ganga út í juni, hevur higartil spælt 787 dystir fyri United síðan hann spældi sín fyrsta dyst í 1991.
- Eg kenni meg væl fyri enn, og njóti fótbóltin meir enn nakrantíð áður, sigur Giggs við heimasíðuna hjá United.
Nýggi sáttmálin hjá walisanum gongur út bert fáar mánaðir áðrenn hann kann halda sín 37 ára føðingardag.