Tað hevur higar til verið sagt, at Ryan Giggs kundi koma ájavnt Charlton, um hann fær ein leiklut í teimum báðum seinastu dystunum hjá Manchester United.
Ein nýggja samanteljing vísir tó, at Charlton ?bert? hevur spælt 758 dystir fyri felagið og ikki 759, sum annars hildið.
Í januar í 1962 skuldi Charlton vera við í dysti móti Charlton, men hann gjørdist sjúkur sama morgun og noyddist tí at geva avboð til dystin. Onkursvegna er hann tó skrásettur í hagtølunum fyri hendan dystin, men nú hett er rættað, er Giggs enn nærri metinum. Og spælir hann við í seinasta Premier League dystinum á árinum eins og í Champions League finaluni í Moskva, er hann einsamallur eigari av dystarmetinum í felagnum.
Giggs spældi fyrsta dystin fyri Manchester United í mars mánaði í 1991. Síðani tá hevur hann vunnið enska meistaraheitið níggju ferðir, fýra ferðir hevur hann vunnið FA-Cup, tvær ferðir Liga Cup og eina ferð Champions League.