Bretska fótbóltslegendan og fyrrerandi Manchester United leikarin, Ryan Giggs, skal møta í rættinum í Manchester mikudagin hin 28. apríl. Hann er ákærdur fyri at hava brúkt harðskap móti tveimum kvinnum.
Tað er eitt nú Sky News, sum í dag ber hesi tíðindi. Ryan Giggs er eisini landsliðsvenjari hjá walisiska landsliðnum, men hann hevur ikki staðið á odda fyri liðnum, síðan løgreglan fór undir kanningararbeiðið, sum nú hevur ført til, at fótbóltsúrmælingurin nú er ákærdur.
Walisiska fótbóltssambandið sigur í einum tíðindabrævi, at Ryan Giggs ikki fer at leiða walisiska landsliðið í EM-endaspælinum í summar.
- Eg havi fulla virðing fyri einari rættvísari rættargongd, og eg skilji álvaran í páhaldunum. Eg fari at viðganga mítt sakloysi í rættinum og síggi fram til, at mítt navn verður reinsað, sigur fyrrverandi fótbóltslegendan við BBC.
Ryan Giggs er skuldsettur fyri eitt nú at hava elvt einari kvinnu í 30-árunum og einari kvinnu í 20-árunum likamligar skaðar. Báðar hendingarnar fóru fram í heiminum hjá fótbóltsleikaranum hin 1. november í 2020.