Kemur Ryan Giggs á vøllin, tá Manchester United tekur ímóti Norwich leygardagin, verður talan um hansara dyst nummar 1000 sum yrkisspælari.
Ryan Giggs er longu ein livandi og spælandi legenda í Manchester United, har hann hevur spælt øll árini sum yrkisspælari. Metini á vegnum hava verið mong, og eitt nú er hann einasti spælarin, sum hevur skorað á hvørjum ári í Premier League, síðani besta enska røðin fekk nýtt navn í 1993.
Tað eru longu fleri ár síðani, at hann setta dystarmetið í Manchester United, og nú hevur hann so møguleikan at taka enn ein marknastein. Higartil hevur hann nevnliga spælt 999 dystir sum yrkisspælari. 652 í bestu ensku røðini, 73 í FA-Cup, 39 í Liga-Cup, 149 í europiskum høpi og 18 aðrar dystir. Hartil hevur hann umboða Wales 64 ferðir og í summar gjørdist talan um fýra dystir á bretska OL-landsliðnum.
Ryan Giggs er tann spælarin í enskari fótbóltssøgu, sum hevur vunnið flest heiðursmerki. Hann hevur verið við til at vinna 12 av teimum 19 ensku meistaraheitunum, sum Manchester United hevur vunnið, og hann tykist hava beina kós móti nummar 13. Hartil hevur hann vunnið FA-Cup fýra ferðir, League-Cup fýra ferðir og átta Community Shield. Tvær ferðir hevur hann vunnið UEFA Champions League, eina ferð UEFA Super Cup, eina ferð Intercontinental Cup og eina ferð FIFA Club World Cup. Samanlagt hevur talan altso verið um 33 gullmerki, umframt hópin av persónligum heiðurslønum, síðani hann í 1991 spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United. Til stuttleikar kann leggjast afturat, fyrsta málið skeyt hann í útivølli móti Queens Park Rangers í 1991. Seinasta leygardag skoraði hann eisini í sínum dysti nummar 999 móti júst QPR.
39 ára gamli Ryan Giggs hevur júst skrivað undir nýggjan eitt-ára sáttmála við Manchester United.