Fótbóltur
Tað er enska BBC, sum stendur fyri kjósanini av ársins ítróttarprofili, og aloftast fellur valið her á persónar, sum hava gjørt seg galdandi í einstaklingaítrótti.
Hesa ferð gjørdist talan tó um ein fótbóltsspælara, og tá tað skuldi vera, so var Ryan Giggs eitt upplagt val.
36 ára gamli spælarin er eitt satt unikum í dagsins útgávu av fótbóltsspælinum. Hann hevur sum spælari bert umboðað Manchester United, og tað er ikki smávegis hann hevur vunnið hesi seinastu 20 árini. 11 Premier League-heiti og tveir Champions League-sigrar standa millum annað á visit-kortinum hjá spælaranum, sum eisini hevur metið sum tann, ið hevur spælt flestar dystir fyri Manchester United.
Sjálvur var Giggs ovurfegin og mest sum málleysur, og einastu orðini, sum hann fekk fram, tá hann skuldi halda takkarrøðu sína, vóru »Eg eri skelkaður«.
Tað var liðfelagin, Paul Scholes, hinvegin ikki.
- Hann er besti spælarin, sum Manchester United nakran tíð hevur havt. Hann hevur verið í felagnum í 20 ár, og hann framvegis eins góður, sum hann nakrantíð hevur verið, staðfesti Scholes.
Í kapprenningini um heitið vóru eisini heimsmeistarin í Formel1, Jenson Button, og heimsins besti sprintari, Mark Cavendich, og eitt nú fanst the Guardian harðliga at valinum.
- Hann er fantastiskur ítróttarmaður og ein framúr fyrimynd. Men hesa virðislønina hevur hann fingið í sympati, nú yrkisleiðin nærkast endanum. Var hann betri enn nakar annar á vøllinum í ár? Svarið er nei. Var eg Mark Canvendich, hevði eg sparkað hart til eitthvørt, stóð millum annað í viðmerkingini hjá blaðnum.










