Tað eru ikki øll, sum eiga nógvar pengar, ið byggja sær borgir. Viðhvørt undrast tú yvir, at onkur, sum tú veitst eigur nógvar pengar, ikki flottar sær meira enn tað, sum eyguni síggja. Fólk duga sær hógv, og hetta síggja vit ikki so sjáldan í Føroyum, har tú kundi ímyndað tær, at onkur búði í stórum og flottum húsum. Undantøk eru, sjálvsagt, og løgið hevði verið, um so ikki var.
Men, gigantisku húsini, sum norski laksakongurin, Gustav Witzøe, sum byrjaði risafyritøkuna SalMar, hevur bygt sær, síggjast í umhvørvinum á vestursíðuni á oynni, Frøya, tó at tey liggja goymd í friðarligum umhvørvi niðri við sjóvarmálan. Kemur tú um hesar leiðir, umgongst tó ikki, at tú sær húsini, sum hava eina brúksvídd á næstan 1.750 fermetrar, íroknað bilhús. Soleiðis teljast hesi húsini eisini millum størstu privathús í Noregi.
Tað var her, at Gustav Witzøe vaks upp. Familjan hevði bæði garð og handil. Familjan legði eisini lunnar undir landshandil í Bustvika, og her kom skjótt ferjulega, postmóttøka og telefonstøð. Tað var í 1991, at Gustav Witzøe keypti eitt trotabúgv, sum hevði aliloyvi og fekst við aling og framleiðslu av alifiski. Síðan 1991 hevur norski laksakongurin ment tað, hann á sinni keypti, til eina risafyritøku við einum marknaðarvirði á 53 miljardir norskar krónur.
SalMar hevur verið ein fantastisk fyritøka - ella "maskina" - eisini til vinningsbýti, serliga tey seinastu árini. Í fjør býtti felagið út 2,6 miljardir norskar krónur til sínar parteigarar, harav 1,4 miljardir norskar krónur komu í "kassan" hjá feløgum, sum Gustav Witzøe varðar av. Stovnarin og samtaksstjórin í SalMar hevur um síni feløg sett nógvan pening í vinnur, sum fáast við matframleiðslu úr fiski. Men, nakað av pengum hevur stovnarin so eisini brúkt til at fíggja síni gigantisku hús.
Men, sera stásiligu húsini eru ikki bara hansara privati bústaður. Munandi partur av húsunum verður brúktur sum umboðsstovur hjá feløgunum í SalMar samtakinum. Sambært arkitektinum, Are Meinich, býr Gustav Witzøe á einum fermetratali, sum liggur um 350. Sonur hansara hevur eisini eina íbúð á umleið 200 fermetrar, sum hann brúkar, tá hann er heima í Frøya.
- Í niðastu hædd í húsunum er biografur, svimjihyljar og vælveruumhvørvi. Á aðru hædd eru allar høvuðsfunktiónirnar, sum eru í einum húsum, og á ovastu hæddini eru umboðshøli og høli til tiltøk, hevur arkitekturin, Are Meinich, áður sagt, við norskar miðlar, sum skriva um vinnu. Kelda til hesa grein er norska heimasíðan - iLaks - sum serliga skrivar um aling og virksemi, sum er knýtt at aling og framleiðslu í hesum sambandi.