Giftust á 70 ára degnum

Hanna Adam og Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, giftust í dag á 70 ára føðingardegnum hjá Heini

Sambært Sosialinum, so skuldi talan vera um eina stillisliga vígslu, sum seinni skuldi almannakunngerast í føðingardagsveitsluni í Skálanum í kvøld. Men tíðindi bórust kortini.

Heini O. Heinesen hevur umboðað Tjóðveldið á tingið síðani 1984 ? burtursæð frá undanfarna valskeið, frá 2004 til 2008. Hann er við sínum sjeyti árum elsti maður á tingi, og fekk hann tí heiðurin at seta tingið, tá tað á fyrsta sinni kom saman eftir valið 19. januar í ár.

Kona Heina, Hanna Adam, er úr Klaksvík. Hon er sjúkrasystir, vaksin upp á Gerðareiði. Hon er dóttir Ebbu, ættað úr Søldarfirði, og Allan Adam, sum var ættaður úr Skotlandi. Hann doyði í 1966.

Hanna Adam er mamma navnframa fótbóltsúrmælingin, Toda Jónsson, sum býr í Keypmannahavn og Elsebeth Jónsson, sum býr í Havn ? og spælir við B36.